|
|||||
|
Til hugnakvøld í Roynhøllini í Hvalba 25. apríl 2008
Eg var í Lítlu Dímun 21. juli 2007. Eg havi forelskað meg í Lítla Dímun. Eg skal nú siga frá mínum fyrsta túri út í oynna. Eg gekk og hugsaði, hvussu kann eg koma út á Lítla Dímun. So sá eg eina lýsing í bløðunum, kom við hvalbingum í Lítla Dímun. Ja, hugsaði eg, eg fari beint at tekna meg, men eg valdi at bíða at tekna meg til dagin eftir, tí eg vildi spyrja á mínum arbeiðsplássi, um nakar annar hevði hug at koma við. Tað høvdu tveir starvsfelagar, Lisbeth og Óla Hans. Vit fóru suður fríggjakvøldið 20. juli við Smyrli, veðrið var av tí allarbesta. Túrurin var byrjaður, og eg var sera spent.
Tordu vit at fara, tað sá so bratt og illgongt út, hvussu ólukkan kann nakar ganga har, eg føldi tað, akkurat, sum tá eg plagdi at fara inn at spæla ein avgerandi hondbóltsdyst, eg fekk eitt sindur av nervum, men eg má siga, at tað var ein frálík kensla. Vit høvdu fingið pláss at sova hjá bóndanum í Giljum. Har vóru vit hjartaliga væl móttikin. Eg mundi ikki sovna at berum spenningi, og eg hugsaði, torur tú at fara, jú sjálvandi tori eg. Kl. 7 vekkar klokkan, og vit fara upp, konan í húsinum er longu uppi og hevur dekka eitt frálíkt morgunmatarborð til okkum, so dagurin byrjaði væl. Vit hyggja út gjøgnum vindeygað, veðrið er frálíkt, so hyggja vit upp á hvønn annan, eg haldi vit øll hugsaðu, yes, nú fara vit.
Vit fóru við bátinum Ronju, sum Hotel Tvøroyri eigur, og Nótabáturin hekk so fittur aftanfyri, túrurin út tók ein lítlan tíma. Veðrið var av tí allar fagrasta, sól og bláur himmal og ikki eitt lot, sjógvurin var so spegilsblankur, so vit kundu ikki havt valt ein betri dag til ferðina. Og har lá hon, oyggin, sum var málið í dag. Tað fær ein at hugsa um orðini í Brestis kvæði hjá Mikkjal á Ryggi:
Fyrst fara hvalbingarnir upp á land, teir hava alla útgerðina við. Tað gekk væl hjá okkum at koma upp á oynna, har var eitt band at halda í, og vit fingu boð um, at halda í bandið allatíðina, og menninir ansaðu eisini væl eftir okkum. Tá man er komin upp á helluna, kemur tú fyrst til 2 togendar, sum tú skalt toga teg víðari uppeftir og síðani kemur ein stigi, sum man skal eisini skal upp í gjøgnum. Hetta er alt gott og trygt.
Vit gingu nú til tað fyrsta húsið “Fleyingarhúsið”, har var Signar Olsen, hann hevði gjørt kaffi, tað var gott at fáa ein kaffimunn. Hetta var eitt frálíkt hús. Eftir kaffi og ein lítlan steðg í húsinum, fóru vit til “Hellið.
Frá “Fleyingarhúsinum” og til Hellið, er eitt sindur bratt, men tað er stutt ímillum “húsini”, og har er eisini band at halda í allan vegin, so man kennir seg tryggan. Tað var eitt sindur serligt at vitja í Hellinum, og síggja hvørjar umstøður teir høvdu, áðrenn teir fingu húsið. Hellið er lítið, man kann valla standa uppreistur inn har. Okkum bleiv sagt, at hetta var tað staðið, sum fyrr var brúkt at sova í, tá teir lógu nátt í oynni. Síðani var farið aftur til gongu, nú fóru vit at ganga upp á oynna, og var tað eitt sindur tungt og bratt at ganga, men tað var gott at ganga. Her er eitt fantastiskt útsýni. Kemiin ímillum okkum øll var góð, vit høvdu tað so stuttligt, vit flentu og fortaldu skemtisøgur. Eg føldi meg í góðum hondum saman við hesum monnunum úr Hvalba. Fremstur gekk Martin, hann sær ikki út til at vera bangin fyri nøkrum, beint aftan fyri meg gekk Allan. Um eg onkuntíð føldi meg ótryggan, so rópti eg bara “Allan ert tú har”, “ja, eg eri her” svaraði Allan. Tað var so betryggjandi. Eg kann ikki forklára, hvussu deiligt tað var at ganga har, tað má upplivast. Vit steðga á, og fáa okkum ein bita at eta, meðan sagt verður frá um oynna. Tá man so er komin uppá toppin, er tað nógv størri uppi á oynni enn eg hevði roknað við, og har er eisini slætt. Eg havi eisini hoyrt, at onkur hevði ætlað sær at sett búgv har úti fyrr í tíðini. Tá vit vóru komin upp á oynna, slappaðu vit av og sólaðu okkum eina løtu, vit góvu okkum góða tíð. Eg minnist, tá vit skuldu út har sum tað hægsta punktið á oynni er Ravan, har er so smælt í einum stað, og tað er sera høgt niður til báðar síður. Tá fekk eg eina sovorðna kenslu, nei, hagar fari eg ikki. Nú hyggur Martin yvir til mín og sigur “hví stendur tú har”, “tí eg tori ikki út har” sigi eg. “Sovorði forbannað tvætl, nú ert tú komin so langt, at út her skalt tú”. So kom Martin eftir mær, og tað gekk fínt. Tað vildi verið harmiligt, um eg ikki var komin til tað hægsta punktið, so takk fyri Martin.
Bara tað at standa har, og hyggja út yvir havið og oyggjarnar, sum lógu har so vakrar í sólini. Oman aftur av toppinum var eitt fitt strekki at ganga til Rakstrarhúsið, vit fingu øll boð um at halda í, har sum band var. Tá vit komu til Rakstrarhúsið, fingu vit turran fisk, sum vit ótu uttanfyri á altanuni. Hetta húsið var eitt super hús, tað hevur loft, og har vóru fleiri madrassur. Eg hevði ikki fyristillað mær, at tað var so gott har úti. Hæddarpunktið á túrinum var helst, tá vit skuldu av aftur oynni. Tí tá skuldu vit síga í línu 40 favnar niður av klettinum og í ein bát.
Vit ferðandi høvdu avgjørt, at eg skuldi fara fyrst niður. Eg bleiv bundin bæði væl og virðiliga, og fekk góða vegleiðing, um hvussu eg skuldi halda og hetta forskelliga. Eg fari so bakkandi oman eftir bakkanum, eg var eitt sindur spent og nervøs um hvussu hetta fór at ganga.
Meðan eg soleiðis standi í míni egnu verð og royni at sannføra meg sjálva um, at hetta hevur onki uppá seg, hyggi eg uppá Martin, hann er niðasti maður. “Hvat feilar tær”, sigur hann, “brúka nú kjaft”, ja, hvat skal eg siga, eg eri prísgivin standi á eggini við rygginum móti sjónum, eg kundi ikki annað enn flenna. “Signa teg, og fær so út av”, sigur Martin so, hann er so deiliga lættur í sinni, tað ger alt so nógv lættari. Tað var eitt upplivilsi og ein góð kensla, sum eg ikki vil verða fyri uttan, at síga niður av oynni í línu, tað var ikki so ringt, sum eg helt. Tað var fantastiskt at hanga har í línuni, alt var so stórsligt, oyggin, sjógvurin, friðurin og báturin beint undir mær, sum var klárur at taka ímóti. Hendan løtan kundi gott verið longri. Tann dagin flutti eg eitt persónligt mark. Eg vil siga, at um eg ikki fekk tað upplivingina at síga í línu, ja, so var túrurin ikki tann sami, tí tað var so spennandi. Tá vit komu aftur til Hvalbiar, fingu vit suppu og annað gott í Roynhøllini. Tá vit fóru norður aftur við Smyrli kl 18.00, og sigldu framvið oynni, hyggi eg eftir henni, hon liggur har so vøkur. Hon eigur eitt stórt pláss í mínum hjarta. Ein sera góður túrur var komin at enda.
|
||||
|
|||||
|
Copyright 2006 - Lítla Dímun Ment hevur 3X2V.COM |
|||||