|
Lítla Dímun Lag : Vit hoyrdu váriđ kalla og viltust bćđi burtur Her Lítla Dímun stendur, so skurvut, brřtt og vřkur, úr havsins dýpi stígur og hevjar hřvur hátt. Tá vársól vakurt rísur, um Rávuna á morgni, í brattanum um Eyrháls, nú smálomb spela kátt Frá fyrst í forntíđ frćgir, her villar veđrar veiddu, so snřgt og svart var slagiđ, so vargakent og vilt, um reyn og brattar líđir, teir fongin viđ sćr leiddi, nú týnt er vargaslagiđ, so hava vit tađ skilt. Av Tanganum viđ Gjónna, at Múlagřtu sřkja og Oyggjarmúli hřgur, seg hevjar móti ský, í Stikarók og Steinsrók, seg ungir alvar royna, har undir ungum holdi, seg vřddar spennast í. Tá villur vargur varnast, so stygt um stíggin stríđur, í menskum manni blóđiđ, tá ódnar knapt í kók, um Střddaból og Stíggin, so brattan stoyta niđur, hvřr vargur verđur tikin á smřlu Veisarók. Her finnast menn viđ dirvi og mannamót í bringu, at veiđa seyđ so styggan, um leysa ups og ás. Viđ lesningi og línu og fleygastong á sumri, teir sřkja bestu sessir, um steyrrćtt sýnist rás. Tá dagur ferđ at halla og eftir harđa gongu, á Hellurók er lívligt og trongt viđ rćttarliđ, nú skurđur verđur leiddur, á Renningina vestur, útfyri liggur bátur, sum tekur allar viđ. Og tá iđ sólin setur, slíkt heystarkvřld so síla og Oyggin vakurt sveipast, í skarlaksreyđa lind, um Barmin garpar sigla, teir stevna heim at hvíla, har Lítla Dímun stendur, sum heimsins besta mynd. Ja eins og ein rubinur, av brimi ert tú slípa, nú kvřldarsól teg prýđir og Breiđanesiđ viđ, á hornhind leikar myndin, til tá ein sřtan svevur, í dreymaverđ enn vřkur, hon gevur sćlan friđ. HÍL Ogna monnunum í Lítlu Dímun 03-05-08
|