Lítla Dímun

Væl eydnaður fólkafundur í Lítlu Dìmun

Í fagrasta veðrið varð fólkafundurin á Lítla Dìmun hildin í dag 14. juni 2008.

Byrja varð at flúgva kl 9.30 úr Froðba og ein tíma seinni vóru øll tey uml. 120 fólkini førd út í oynna.

Øll fingu høvi at fara ein túr uppá hægsta staðið áðrenn sjálvur fólkafundurin byrjaði.

Róin Schrøter greiddi frá um oynna og felagssangur varð sungin áðrenn høðvusrøðarin, Tobbi førdi eina av sínum megnar røðum fram.

Síðani varð fari uppá gólv og var tað sjálvandi Brestirskvæðið, sum var á skránni.

Kl 14 fór fyrsta tyrlan so var aftur við fyrstu fólkunum og førdi tey innaftur til Froðbiar. Øll vóru nú førd til Roynhøllina har fesk suppa var at fáa.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá túrinum, men tað kemur nógv meira í komandi viku.

Fyriskipararnir eru ómetaliga fegnir um at alt eydnaðis so væl og vilja vita takkað tykkum, sum vóru við fyri ein sera góðan dag.

Fólkafundurin 2008