Lítla Dímun

Útferðin 12. juli bleiv útsett og verður ístaðin 10. august 2008.

14. juni vóru 120 fólk á fólkafundi á Lítlu Dímun, um tú ikki slapp við so fell ikki í fátt, tú nú hevur tú aftur møguleikan at koma í Lítlu Dímun í ár.

Tú kanst tilmelda teg ella senda okkum spurningar á ldimun@ldimun.com ella við at senda eini boð beinleiðis her so venda vit aftur so skjótt til ber.

Minst til at upplýsa Navn, Búðstað og telefonnummar.

Um viðrar, verður skipað fyri spennandi og bergtakandi náttúruferð til Lítlu Dímun 10. august. Staðkend fólk verða ferðaleiðarar, og vísa Oynna fram. Túrurin endar við at møguleiki verður at síga á Renningini einar 50 m niður.

Farið verður av Hvalba kl 08.00 við báti.
Avmarkað nøgd av ferðafólkum sleppa við, og túrurin verður gjørdur, um nóg nógv tekna seg. Prísur kr. 1700,- fyri hvønn.

Túrurin tekur uml. 5-6 tímar, og heimferðin verður við báti innaftur á Hvalba.

Umráðandi er at hava góðar gonguskógvar við.

Ert tú hampuliga væl fyri og hevur ikki hæddarræðslu, so fært tú ta bergtakandi náttúruupplivingina tú ongantíð gloymir.

Fólkafundurin 2008